|
Fimmstjørnu fundarstaður 10-05-2009 07.35.36 
Hotel Føroyar hevur nú fimm stjørnur sum ráðstevnu- og fundarstaður. Hotel Føroyar hevur í mong ár verið eitt av fremstu ráðstevnu- og fundarstøðunum í Føroyum. Nú hevur Hotel Føroyar so fingið staðfest, at tað eisini telist millum tey allarfremstu ráðstevnu- og fundarstøðini í danska ríkinum.
Tað er vinnugreinafelagið fyri gistingarhús og matstovur í Danmark, HORESTA, sum nú hevur flokkað Hotel Føroyar so ovarlaga, sum til ber. Hetta hendi, tá umboð fyri felagið herfyri vitjaðu í Føroyum fyri at kanna umstøðurnar at skipa fyri ráðstevnum og fundum í Føroyum. HORESTA hevur yvir 2.000 limir, og tað er falag, sum letur stjørnur til hotell og frítíðarstøð í Danmark, Føroyum og Grønlandi.
Fyri at fáa fimm stjørnur sum ráðstevnu- og fundarstað, skulu nógvar treytir lúkast. Eitt nú skulu øll stór fundarhøli hava rúmkøliskipan, fjarstýrda myrking, loftsljós, sum kann stillast, sjónvørpu við stórskiggja, stólar við stólarmi og polstraðum setri og ryggi, alla neyðuga ráðstevnuútgerð, breiðband við háferð og vælvirkandi tænastudepil, við dugnaligum fólki. Harafturat skal atgongd vera til avskildrað høli, sum hava teldu og atgongd til printara og net. Fyri at nevna nøkur av krøvunum.
Hotel Føroyar hevur gjørt nógv seinastu árini fyri at fríðka um og lyfta hotellið upp á eitt enn hægri støði, eisini sum ráðstevnu- og fundarstað. Bæði fundarhøli, kømur og vesi eru fullkomiliga heildarumvæld, og hotellið samsvarar í dag teimum krøvum, sum verða sett einum fyrstafloks hotelli við ráðstevnu- og fundarstaði. Meira kunning um ráðstevnu- og fundarhentleikarnar á Hotel Føroyum eru at finna undir Fundir. Kravfestingina hjá HORESTA fyri ráðstevnu- og fundarstøð er at finna undir Hotel Føroyar, Hotelflokking.
|
|